Aftur jarðskjálvti í USA

Ein jarðskjálvti, sum var 4,5 á Richterstiganum, var har eysturi í USA í morgun. Myndugleikarnir siga, at miðdepilin í skjálvtanum var í statinum Virginia, men at ristingarnar kendust eisini væl í Washington DC og í Maryland.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin í morgun hevði miðdepil stutt frá býnum Mineral og sostatt nærhendis miðdeplinum í tí harða jarðskjálvtanum, sum var fyrr í vikuni.

Teir amerikonsku fjølmiðlarnir siga, at bygningar við ta amerikonsku eysturstrondina eru ikki bygdir eftir teimum serligu reglunum um bygging í jarðskjálvtaøki. Serfrøðingar hava tí ávarað um, at bygningar, sum fingu skaða av jarðskjálvtanum týsdagin, kunnu rapa, um onkur eftirskjálvti kemur.