Minst 300 fólk hava fingið skaða, og umleið 10.000 hús eru oyðiløgd í einum jarðskjálvta í útsynningspartinum av Kina Sambært almennu tíðindastovuni Xinhua hava myndugleikarnir ikki fingið fráboðan um, at nakar hevur latið lív í jarðskjálvtanum.
Xinhua skrivar, at minst 300 fólk hava fingið skaða, 10.000 hús eru oyðiløgd, og umleið 30.000 onnur hús hava fingið skaða.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtin var 5,7 á Richterstiganum. Kinesiskir fjølmiðlar siga, at hann var 6,0 stig.
Jarðskjálvtin hevði miðdepil einar 200 kilometrar frá býnum Kunming, sum er høvuðsstaður í der er Yunnan-landslutinum.