Aftur jarðskjálvti í Italia

Ein jarðskjálvti, sum var 5,8 á Richterstiganum, var fyrrapartin har norðuri í Italia, og sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var skjálvtin í sama øki sum jarðskjálvtin fyri einari viku síðani, tá sjey fólk doyðu.

Jarðskjálvtin fyrrapartin var 40 kilometrar norðan fyri Bologna og 60 kilometrar eystan fyri Parma. Miðdepilin var 9.6 kilometrar niðri í jørðini.

Sjónvarpið RAI sigur, at ristingarnar vóru rættiliga harðar í Bologna, og aðrar tíðindastovur skriva, at myndugleikarnir hava givið boð um at tøma skúlarnar.