Aftur innbrot í leguhúsinum í Nesvík

Tað er ofta innbrot har

Aftur sunnunáttina var innbrot í Leguhúsinum í Nesvík.

Løgreglan sigur, at innbrotið varð fráboðað ígjár.

Leguhúsið stendur eitt sindur fjarskotið og har hevur verið innbrot fleiri ferðir.

Løgreglan sigur, at innbrotstjóvurin, ella tjóvarnir, hava stolið eitt sindur av pengum, men akkurát hvussu nógv, vita tey ikki.

Tjóvurin, ella tjóvarnir hava brotið seg inn ígjøgnum eina úthurð og eru farnir ígjøgnum alt húsið at leita eftir onkrum at stjala, tí fleiri hurðar innan eru eisini brotnar upp.

Ongin er tikin fyri innbrotið, men tað verður nú kannað, sigur løgreglan.