Manningin á Norðborg og Christian í Grótinum hevur lutvíst havt eina ótilætlaða feriu í seks vikur, meðan bíðað hevur verið eftir fiskiloyvinum. Teir fóru nú avstað aftur um miðnáttina sunnukvøldið.
Kunngerðin bleiv lýst fríggjadagin, og leygardagin komu fiskiloyvini. Norðborg, sum hevur ligið í Norðhavnini, fór á Fuglafjørð at taka nakað av olju í gjárkvøldið, meðan Christian í Grótinum innskipaði nakað av pakkningi, og so fóru teir báðir at sigla á fiskileið.
Norðborg kann fiska 10.185 tons av makreli og Christian í Grótinum 9.516 tons, fyribils bert í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi.
Teir hava eisini fingið loyvi at fiska norðhavssild í føroyskum, íslendskum og í altjóða sjógvi.
Norðborg eigur 4.614 tons av sild og Christian í Grótinum 1.631 tons. Onnur enn nótaskipini, sum hava eginkvotur, sleppa ikki at fiska fyrr enn 21. juli.
Av heildarkvotuni av makreli býta Næraberg, Tummas T, Atlantsfarið, og Slættaberg 17.500 tons sína millum. Gadus, Sjúrðarberg, Akraberg og Enniberg býta 4.400 tons, rækjutrolarar Havborg, Arctic Viking og Sermilik II 4.400 tons, aðrir verksmiðjutrolarar 4.400 og feskfiskatrolararnir ella lemma- og partrolararnir - fiskiførum í bólki 2 - býta 22.500 tons sína millum.
Ella sagt á ein annan hátt:
70.000 tons vera latin nótaskipunum
17.500 tons vera latin øðrum uppsjóvarskipum enn nótaskip (ofta kallað ídnaðarskip)
4.400 tons vera latin flaktrolarum, ið millum annað royna í Barentshavinum
4.400 tons vera latin øðrum skipum, ið hava roynt í altjóða sjógvi
4.400 tons vera latin rækjuskipum
22.500 tons vera latin ísfiskatrolarum, sum royna í heimasjógvi.
1.400 tons vera latin í part til bólkarnar, trolarar landleið, línu og útróður/gørn og skel.
7.000 tons vara latin til rannsóknir og royndarfiskiskap
Annars kunnu føroysk skip fiska 140.940 tons av heildarkvotuni av makreli í ár, sum er 156.240 tons. Av teimum 140.940 tonsunum kunnu 46.850 tons fiskast í ES-sjógvi og 54.684 tons í norskum sjógvi.
Føroyska heildarkvotan eftir norðhavssild er sett til 40.000 tons, og aftur í ár eru tað bara nótaskipini, sum fáa eginkvotur, meðan allir aðrir skipabólkar skulu fiska av felagskvotu við hámarki.
Umframt tað av heildakvotuni av makreli, sum er býtt til teir ymsu skipabólkarnar, eru millum annað 6.500 tons av makreli sett av í umbýti við onnur lond, og eru tey ætlað línuskipunum at býta um við botnfisk í íslendskum sjógvi, sum nú verður tingast um.
Kunngerðin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Orð & Myndir: Dávur Winther