Ársins fyrsta bátastevna, sum er Bátafestivalurin á Toftum, bjóðar aftur í ár kamping í døgunum frá 2.mai til 5.mai.
- Eins og undanfarin ár er eitt øki á havnalagnum lagt av til kampingvognar og kampingbilar, siga fyrireikararnir.
Lagt verður aftrat, at í mun til undarfarin ár, skal hesaferð eitt talgilt tilmeldingarskjal útfyllast.
Hetta verður gjørt við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
- Síðan verða tit leidd inn á eitt skjal, sum skal fyllast út fyri at tilmelda kampingvogn ella kampingbil til festivalin.
Leinkjan er her - https://forms.office.com/e/3xvPUth0in
Tilmeldingarfreistin er hin 1. mai klokkan 18, og tá fæst eisini nærri kunning.
- Væntandi er, at kampingøkið verður opið frá hóskvøldinum 2. mai klokkan 18, siga fyrireikararnir, sum ynskja øllum ein góðan bátafestival 2024.
##med2##












