Hóast løgreglan ikki hevur havt stóran ampa av fólki í nátt, tað hevur fyri tað mesta verið skaðafráboðanir, so máttu teir tó ein túr út til eini hús í Norðoyggjum.
Fólk úr húsunum ringdu til løgregluna um hjálp, tí at onkur í húsunum var vorðin heldur ómøguligur. Endin varð, at løgreglan tók viðkomandi við sær, hóast hann hoyrdi til bústaðin. Hann varð koyrdur í varðhaldi í Klaksvík, har hann slapp at sova rúsin av sær.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tá húsaófriður er, verður vanliga roynt at sissa fólk fyrst og vísa teimum, ið ikki hoyra til bústaðin burtur. Er tó onkur, ið er so dýrandi fullur, at tey ikki klára seg sjálvi, verða tey tikin í varðhaldi at sova rúsin av sær.










