Aftur HF-dominansur

Leygardagin var fimleikahøllin Fimi í Havn karmur um seinnu steypakappingina í amboðsfimleiki, har smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur kappaðust í lopi og á bita, og smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn á gólvi, í beinsveiggi og í ringum.
Við í kappingini vóru tilsamans 67 fimleikarar úr fýra feløgum: Havnar Fimleikafelag, Ljósinum, Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. Genturnar vóru 20 í tali, smágenturnar 15, smádreingirnir 12, dreingir fimm, kvinnurnar fimm, kvinnuunglingarnir fýra, mansunglingarnir tríggir og somuleiðis menninir tríggir.
Enn einaferð gjørdist talan um reinan uppvísning frá Havnar Fimleikafelag, sum vann allar kappingarnar uttan eina, sum var í lopi hjá kvinnum, har Jiya Lindudóttir Zhang úr Ljósinum vann. Serliga greiður var dominansurin hjá HF á mannfólkasíðuni, har HF fór við øllum uttan bronsuni hjá smádreingjum á gólvi, tí hana vann Jákup Oluf Langgaard úr Støkk.
Eisini var nokk so stuttligt, at ein fimleikari úr Klaksvíkar Fimleikafelag, Sólvá Askham, skuldi vinna bronsu í einari av kappingunum, sum var lop hjá smágentum. Annars plaga tað sum oftast at vera tey trý størstu feløgini, ið fara avstað við øllum, men fimleikurin í Klaksvík fekk her víst, at hann eisini kann bjóða av.
Samanlagt vann Havnar Fimleikafelag 18 gull-, 15 silvur- og 13 bronsumerki, Ljósið eitt gull-, tvey silvur- og trý bronsumerkið, Støkk tvey silvur- og tvey bronsumerki, og Klaksvíkar Fimleikafelag eitt bronsumerki.

Smágentur – biti
1 Rakul Wardum, HF
2 Rebekka Ingadóttir, HF
3 Bára Hansen, Ljósið

Smágentur – lop
1 Rebekka Ingadóttir, HF
2 Rakul Wardum, HF
3 Sólvá Askham, KF

Smádreingir – beinsveiggj
1 Hjálmar A. Dalsgarð, HF
2 Kristian Knudsen, HF
3 Sverri Lyager Jacobsen, HF

Smádreingir – gólv
1 Hjálmar A. Dalsgarð, HF
2 Kristian Knudsen, HF
3 Jákup Oluf Langgaard, Støkk

Smádreingir – ringar
1 Kristian Knudsen, HF
2 Hjálmar A. Dalsgarð, HF
3 Sverri Lyager Jacobsen, HF

Gentur – biti
1 Kaspara Danielsen, HF
2 Marta Nielsen, Støkk
3 Vár Hansen, HF

Gentur – lop
1 Fía H. Smith, HF
2 Marita Mortensen, Ljósið
3 Elsbet Dalbø, HF

Dreingir – beinsveiggj
1 Rani A. Dalsgarð, HF
2 Hannes Agnarsson, HF
3 Óli Joensen, HF

Dreingir – gólv
1 Rani A. Dalsgarð, HF
2 Christopher K. Eikhólm, HF
3 Djóni Sakarisson, HF

Dreingir – ringar
1 Rani A. Dalsgarð, HF
2 Hannes Agnarsson, HF
3 Djóni Sakarisson, HF

Kvinnuunglingar – biti
1 Lív B. Árting, HF
2 Vár B. Árting, HF
3 Eyð Vang, Ljósið

Kvinnuunglingar – lop
1 Lív B. Árting, HF
2 Vár B. Árting, HF
3 Eyð Vang, Ljósið

Mansunglingar – beinsveiggj
1 Heini Samson, HF
2 Rani Petersen, HF
3 Aron Jacobsen, HF

Mansunglingar – gólv
1 Aron Jacobsen, HF
2 Rani Petersen, HF
3 Heini Samson, HF

Mansunglingar – ringar
1 Aron Jacobsen, HF
2 Heini Samson, HF
3 Rani Petersen, HF

Kvinnur – biti
1 Annika Hansen, HF
2 Jiya Lindudóttir Zhang, Ljósið
3 Anita Davidsen, Støkk

Kvinnur – lop
1 Jiya Lindudóttir Zhang, Ljósið
2 Anita Davidsen, Støkk
3 Annika Hansen, HF

Menn – gólv
1 Bogi Berg, HF
2 Ari Sakarisson, HF
3 Pætur Jacobsen, HF

Menn – ringar
1 Ari Sakarisson, HF
2 Pætur Jacobsen, HF
3 Bogi Berg, HF