Aftur í hernað ímóti morsniglum

Náttúrugripasavnið mælir nú fólki til at fara í hernað móti morsniglunum.

- Nú tað er endaliga farið at vára, eru teir fyrstu morsniglarnir byrjaðir at gera um seg.

Náttúrugripasavnið sigur, at annars hevur turrafrostið seinkað morsniglunum í ár.

- Morsnigilin nørist sera skjótt og tí er neyðugt at byrja beinanvegin, skal tað bera til at halda honum niðri.

- Annars ger snigilin stóran skaða í urtagørðum, tí hann etur næstan alt, sum fyri er.

Náttúrugripasavnið sigur, at morsnigilin er lættur at kenna, tí hann er skínandi og javnt morreyður.

- Tó kann hann vera ymiskur á liti frá morreyðum til ljósagult, og teir ungu morsniglarnir eru meira gjøgnumskygdir.

- Snigilin kann gerast upp í 15 cm langur.

Tað hevur stóran týdning at seta fellur upp, ella gera onnur tiltøk, so skjótt teir fyrstu smáu ókynsbúnu sniglarnir koma fram.

- Verða sniglarnir fyrst kynsbúnir, kunnu teir gerast fleiri túsund í tali, sum summarið líður.

Men skal herferðin ímóti morsniglunum eydnast, má alt grannalagið ganga saman um at týna hann.

Náttúrugripasavnið sigur, at tað ber til at seta sniglafellu upp og egna við keks, øli ella súreplaflusi.

Somuleiðis ber til at leggja sniglaeitur, ið er jarnsulfat, tað er ikki eitrandi fyri fugl og hópast ikki upp í náttúruni.

Tað ber eisini til at henta sniglarnir og leggja teir í kókandi vatn ella stoyta kókandi vatn oman yvir teir.

- Tá man skal basa morsniglinum, er tað vert at ansa eftir ikki at drepa leopardsnigilin, sum sæst á myndini, tí hann etur millum annað morsniglar.

Annars er tekingin eitt dømi um eina morsniglafellu og á tekningin av sniglinum við bløðum, er ein morsnigil.