Heilt síðani 1962 hevur altjóða arbeiðaradagin, 1. mai, verið hátíðarhildin á Vaglinum í Havn.
Tað var Havnar Arbeiðsmannafelag, sum skipaði fyri. Síðani hevur felagið broytt navn til Havnar Arbeiðarafelag, men altjóða arbeiðaradagin halda tey framvegis.
Tað er mikudagin, at altjóða arbeiðaradagurin er, og hátíðarhaldið á Vaglinum byrjar klokkan 15.
Í ár verða tað ein fakfelagsformaður, ein fyrrverandi politikari, og ein fyrrverandi løgtingsskrivari, sum halda røðu.
Røðararnir verða nevniliga Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, og Marius Rein, fyrrverandi løgtingsskrivari.
Og sum vant fer Havnar Hornorkestur eisini at spæla á haldinum í ár.
Og tey, sum ikki hoyra so væl, fara eisini at fáa tiltakið við, tí teknmálstulkur fer at tulka røðurnar og eftir haldið bjóðar Havnar Arbeiðarafelag ein kaffimunn í hølum felagsins á Tinghúsvegnum.