Tað gongur illa hjá Arminia Bielefeld at staðfesta oddasessin í 2. Bundesliguni. Um vikuskiftið spældi Arminia Bielefeld málleysan javnleik móti FC Erzgebirge Aue, sum liggur á sætta plássi.
Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin eitt stórt korter fyri tíð. Fimm minuttir seinni fekk hann gult kort annan dystin upp í slag. Aftur hesa ferð kom hann ikki fyri Reinhold Yabo á framrættaða miðvøllinum.
Ein av stóru kappingarneytinum, VfB Stuttgart, spældi eisini javnt, men nú er oddasessinum hjá Arminia Bielefeld undir trýsti. Vinnur Hamburg mánakvøldið er bara eitt stig á muni. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í Bundesliguna. Trý stig eru niður til VfB Stuttgart.
Tað hevur gingið strilti hjá Arminia Bielefeld at slíta seg leyst í toppinum, sjálvt um VfB Stuttgart og Hamburg SV hava sett stig til. Tað er eisini ein smeitur, at Andreas Voglsammer mátti av vøllinum við brotið í fótinum. Áleyparin hevur skotið tíggju mál og lagt upp til fimm. Spurningurin er so, um tað gevur Jóan Símuni Edmundsson ein betri møguleika at byrja inni.
FC Erzgebirge Aue - DSC Arminia Bielefeld 0-0 (0-0)
Áskoðarar: 9.000
FC Erzgebirge Aue:
Männel – Mihojevic, Gonther, Rasmussen – Rizzuto, Riese, Hochscheidt, Fandrich, Kempe – Nazarov, Krüger. Gul kort: Rizzutto, Mihojevic, Kempe
DSC Arminia Bielefeld:
Ortega Moreno – Brunner, Pieper, Nilsson, Hartherz – Prietl, Hartel, Yabo – Clauss, Klos, Voglsammer. Gul kort: Brunner, Edmundsson.