Aftur grindaboð

Hesaferð í Vestmannasundi

Nú er aftur grindaboð!

 

Ein grind er funnin í Vestmannasundi fyri eini løtu síðan. Hon var funnin út við tunnilsmunnan á Vágatunlinum fyri eini løtu síðan.

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur at hann er á veg á staðið fyri at staðfesta millum annað um talan er um grind ella springarar.