Aftur grannauppgerð í Gøtu

Eftir at GÍ seinasta umfarið basti grannunum úr Fuglafirði, eru tað hesa ferð runavíkingar og NSÍ, sum koma í Sarpigerði. Ein dystur, sum plagar at vera ikki minni intensur og dramatiskur, enn uppgerðirnar móti ÍF mangan hava verið.


Og í Gøtu kunnu tey fegnast um, at allir spælarar tykjast vera tøkir. Eingi leikbann hótta liðið hesaferð, og skaðar hava tey enn ikki kent sviðan av í ár.
Tað hava tey hinvegin hjá NSÍ, har Helgi L. Petersen og Sjúrður Jacobsen framvegis ikki eru tøkir hjá venjaranum, Trygva Mortensen. Tað er Óli Hansen heldur ikki, men hetta kemst av, at hann er leikbannaður. Á pappírinum eru verjuplássini tó tey, har NSÍ er best fyri, og tí eru møguleikararnir fyri vikarum í verjuni fleiri.