Aftur í gongd á Toftum

Nú verður atløgusíðan inni á Rætt á Toftum gjørd av nýggjum.

J & K Petersen fóru undir arbeiðið síðsta heyst, og teir vóru komnir rættiliga væl á veg við arbeiðnum um miðjan november, tá stórur uppgangur var orsøk til, at alt fór til botns.

- Tí er neyðugt at fara undir aftur arbeiðið av nýggjum, sigur Nes kommuna.

Lagt verður aftrat, at jarnbindingin, sum grót skal fyllast út ímóti og kantur síðani stoypast omaná, varð tikin upp aftur fyri einum mánaði síðani ella so.

- Um eina viku ella so verður farið undir aftur arbeiðið. Árstíðin átti at borið við sær, at tað verður lagaligari at gera arbeiðið nú, og væntandi verður arbeiðið liðugt seks vikur eftir, at tað er byrjað.

Tá MJ Saltsøla flutti inn á Rætt, var tað við í ætlanini, at atløgusíða skuldi gerast frammanfyri bygningin. Talan er um 20 metra atløgusíða sum skipini, ið koma henda vegin við salti, skulu leggja at. Tað fer at gera tað hópin lagaligari at leggja salt upp til MJ Saltsøluna.

- Skip er við salti á Toftum einar fimm ferðir um árið. Næsta skipið kemur umleið hálvan hendan mánaðin. Tá uppskipingin verður liðug, verður farið undir arbeiðið við kaisíðuni, sigur Nes kommuna.