Aftur gerandisdagur í Klaksvík

NSÍ fer at gera sítt fyri at fella føðingardagsbarnið í egnum reiðri, men venjarin, sum í morgin fer at vitja í Klaksvík, ásannar, at KÍ eigur at hava potentiali til betri støðu, enn teir higartil hava rokkið

Týsdagin fylti KÍ hundrað ár. Meðan væleydnað móttøka var í stásiligu hølunum í endanum á ítróttarhøllini, runnu spælararnir á vøllinum norðanfyri høllina. Eftir djúpan leikligan og úrslitaligan aldudal var lagið týsdagin sjálvandi betri, enn tað hevði havt verið, um liðið einki hevði havt fingið við úr Gøtu.
Føðingardagsdysturin á heimavølli verður í morgin ímóti NSÍ, og KÍ venjarin, Ove Flindt Bjerg sær tað sum sína uppgávu at halda fokus á tí, sum skal ganga fyri seg á vøllinum og ikki á stásinum, sum felagið hevur verið óført at skipa fyri í sambandi við hundrað ára føðingardagin.
- Eg var ógvuliga væl nøgdur við avrikið og úrslitið í Gøtu. Spælararnir hildu seg hundrað prosent til tað, sum vit frammanundan høvdu avrátt. Vit høvdu rudduliga sigurin uppibornan, og í vikuni hava vit arbeitt víðari. Liðið ímóti NSÍ verður umleið tað sama, sum tað var í Gøtu. Men skiftisspælararnir stóðu seg eisini væl, so tað er tíbetur positivur trupulleiki, sum eg hesa ferð havi at taka støðu til, sigur Ove Flindt Bjerg.
Hvat var tað, sum hendi í Gøtu?
- Í fótbólti snýr nógv seg um tað, sum gongur fyri seg uppi í høvdinum á teimum, sum taka lut. Býráðsformaðurin bjóðaði okkum til Viðareiðis í síðstu viku. Har høvdu vit eina fína løtu saman, og spælararnir vístu í Gøtu, at teir vóru tendraðir. Vit høvdu gjørt einstakar justeringar á liðnum, og tær riggaðu væl. Tað gekk upp í eina hægri eind. Nú vóna vit, at vit á heimavølli fara at megna tað sama. Men vit kunnu ikki rokna við at sóla okkum til sigur. Tað skal arbeiðast.
Í Gøtu noyddist Eyðun Klakstein av vøllinum. Hann hevur vant í vikuni, og eisini Jacob Bymar, sum bað um at sleppa út, hevur vant við fullari ferð.

Lyklaspælararnir eiga meiri
Hjá NSÍ hevur tað gingið væl síðstu ferðirnar, tá ið teir hava verið í Klaksvík, og tá ið teir undan summarsteðginum høvdu vitjan av KÍ, vunnu teir 3-1. Tá høvdu gestirnir sera lítið veiggj í sær.
Burtursæð frá stórsigrinum á Svangaskarði hevur tað hilnast illa hjá NSÍ síðani summarsteðgin. Tað hevur verið eyðsýnt, at hjá fleiri av teimum, sum leingi hava verið við til at mynda fótbóltin í Runavík, hevur tað verið trupult at finna rætta lagið.
- Sjálvandi hava vit møguleika at fáa stig og vinna í Klaksvík, og tað ætla vit okkum at gera. Allir spælararnir eru tøkir, men um tað skal eydnast er treytin, at allir spæla upp til sítt besta. Tað vita vit væl, at vit ikki hava gjørt síðstu ferðirnar, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ. Hann hevur síðstu ferðirnar roynt fleiri samansetingar á miðvøllinum.
Hvat sigur tú um hundrað ára gamla KÍ?
- Eg skilji á lagnum, at tað stemmaði væl hjá teimum í Gøtu. Eingin hevur ivast í, at teir eiga nógvar fínar spælarar. Bæði í føroysku kappingini og í altjóða høpi munnu teir vera millum teir mest royndu. Eg rokni við, at teir ógvuliga fegnir vilja vísa heimaáskoðarunum, at teir hava meiri í sær, enn støðutalvan vísir. Men vit fara eftir sigrinum, og eg rokni við einum undirhaldandi fótbóltsdysti.