Aftur galið við einum DASH-flogfari

Enn eitt DASH-flogfar hjá SAS mátti neyðlenda fyrrapartin í dag. Fyri fjórðu ferð í bara 15 dagar er galið við einum av DASH 8Q 400 flogførunum hjá SAS. Eitt av hesum flogførunum, sum var á veg úr Stavanger mátti neyðlenda í Kastrup, nú fyrrapartin. Sløkkiliðsfólk við sløkkiliðsbilum stóðu til reiðar at taka ímóti flogfarinum. Tað var hurðin til sjálvt lendingar-stellið, sum ikki var heilt stongd. Tað var ikki sjálvt lendingar-stellið tað var galið við. Í september hendi tað í tveimum førum, at lendingarstell hjá SAS-flogførum vóru tærd burtur.