Bæði byrsuskot og spreingingar hava verið at hoyra í teilendska høvuðsstaðnum í morgun. Herurin sigur, at talan er bara um ávaringarskot. Í nátt vóru fleiri harðligir samanbrestir millum hermenn og mótmælisfólk.
Ein talsmaður fyri mótmælisfólkið sigur, at herurin er farin undir at tátta takið um økið, sum mótmælisfólkini halda til í.
-Men vit fara at stríðast og helma ikki tí, fyrr enn vit hava vunnið, segði talsmaðurin og bleiv fagnaður av umleið 10.000 mótmælisfólkum, skrivar AFP.
Ein annar talsmaður fyri mótmælisfólkið segði í gjár, at slakar herurin ikki, kann tað enda við einum blóðbaði í Bangkok.