Aftur í nátt vóru samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna í Xinjiang-landslutinum har vesturi í Kina Sambært tíðindastovunum vóru bardagarnir ikki so ógvusligir sum gjáranáttina, tá minst 156 fólk lótu lív, og 816 fingu skaða.
Almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua skrivar, at umleið 200 fólk úr uigur-minnilutanum royndu at skipa fyri einum mótmælisfundi við eina mosku í býnum Kashgar í nátt, men at løgreglan rak tey burtur.
Uigurarnir eru yvirhøvur muslimar, og teir mótmæla viðferðini, sum teir fáa frá teimum kinesisku myndugleikunum. Sambært Xinhua hava myndugleikarnir í Beijing illgruna um, at tað eru kreftir uttanlands, sum skipa fyri ófriðinum í Xinjiang.