Aftur í flokkinum

Jákup Skorastein, varabýráðslimur í Sambandsflokkinum, tók seg úr flokkinum í august, men nú er hann aftur valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

Jákup Skorastein á Norðoyri fekk onkrar glósur, tá ið tíðindini komu út, at hann er valevni hjá Sambandsflokkinum.
17. august segði hann við Norðlýsið, at hann var noyddur at taka seg úr Sambandsflokkinum, eftir tað sum ein partur av flokkinum gjørdi saman við Tjóðveldi.
- Eg havi altíð verið sambandsmaður og verði ongantíð nakað annað. Eg eri ikki ein, sum skiftir flokk, sigur Jákup Skorstein.
Hann viðgongur í dag, at hann var í so kvikur at taka seg úr flokkinum, men tað kom av frustrasjón, sum ikki bara snúði seg um landspolitikkin.
Jákup Skorastein er nevniliga varalimur í Klaksvíkar býráð, og avtalan var, at tá floksins umboð í býráðnum var burturstaddur, skuldi hann koma í býráðið. Tað hendi bara ikki.
Eftir at hann tók seg úr flokkinum, er tað komið á rætt aftur.
Jákup Skorastein sigur, at bæði einstaklingar og felagið fleiri ferðir bóðu hann koma aftur, og hann so gjørdi, tí hann ásannaði, at hann var lopin framat. Og so tað at hann ongantíð fer at kenna seg heima í øðrum politiskum flokki enn Sambandsflokkinum.