Aftur fleiri tilburðir av koronu í gjár

 Nú er eitt fólk lagt inn á sjúkrahús við koronu

Í gjár vórðu 78 tilburðir avkoronu staðfestir afturat. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum og hann hevur eisini verið í sambandi við øll, sum eru smittað. Í fyrradagin vórðu 89 fólk smittað, so talið er minkað eitt sindur, men tað er kortini framvegis høgt. Tað merkir, at tilsamans eru tað nú 290 fólk í Føroyum, sum hava koronu, í hvussu so er tað myndugleikarnir vita. Annars eru 424 fólk í sóttarhaldi og nú er eitt fólk lagt inn á sjúkrahús við koronu.

 

Í gjár vórðu 2.552 fólk kannað fyri koronu.