Aftur fiskaarbeiði í Vestmanna

Partafelagið Vestmanna Seafood hevur í dag keypt fiskavirkið í Vestmanna frá Faroe Origin. Tað ganga tó væntandi einir tveir mánaðir, áðrenn virksemi verður á fiskavirkinum, tí ymsar ábøtur og dagføringar skulu gerast.

Tað eru feløg hjá Tummasi Christophersen, Dánjali Jacobsen og Eyðuni Olsen, sum eiga Vestmanna Seafood, ið nú altso eigur fiskavirkið.

Nýggju eigararnir siga fyri heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu, at tað enn er óvist, hvussu nógv fara at arbeiða á fiskavirkinum, tá tað letur upp, tí tað veldst eitt nú um, hvussu nógva rávøru virkið fær keypt.