Tað var mitt á nátt, beint eftir klokkan 04, at ein hýruvognur varnaðist, at tað logaði inni í einum húsum á Íslandsvegnum.
Sløkkilið og løgregla vóru beinanvegin boðsend, og tað eydnaðist at sløkkja eldin, áðrenn hann spreiddi seg út úr hesum eina rúminum. Eingin kom til skaða í eldsbrunanum.
Talan er um eini hús við fleiri íbúðum og kømørum, soleiðis at tað var ein avbjóðing hjá løgregluni, at fáa yvirlit yvir øll, ið búleikaðust í húsunum. Óvist var, hvussu nóg búðu í húsunum og hvussu nógv kanska vóru stødd aðrastaðni í feriu, men løgreglan fekk tó kannað øll rúm í húsinum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tó at brunaskaðin er avmarkaður til hetta eina rúmi, so hevur roykkur spreitt seg um húsini, og tískil mugu búfólkini finna sær aðran bústað inntil víðari.
Enn er óvist, hví eldurin kyknaði.