Republikanararnir í USA fáa í hvussu er nóg mikið at velja ímillum, tá teir skulu gera av, hvønn teir skulu stilla upp ímóti Barack Obama á forsetavalinum næsta heyst. Fleiri hava longu gjørt vart við seg, og nú sigur guvernørurin í statinum New Jersey, Chris Christie, at hann umhugsar at bjóða seg fram.
Chris Christie varð valdur til guvernør í New Jersey í 2009, og hann er tann fyrsti republikanarin í tí embætinum tey seinastu 12 árini.
Í seinastuni hevur Chris Christie fleiri ferðir funnist at Barack Obama, sum eftir hansara tykki vantar dirvi til at taka neyðugar avgerðir. Sum guvernørur hevur hann framt umfatandi sparingar í New Jersey, og hann hevur nýtt sín sýtingarrætt ímóti lógum um hægri skatt.











