Fótbóltur
Og fjør ruku bæði KÍ og B36 úr steypakappingini, tí feløgini ikki høvdu øll spæliloyvi í lagi á besta mansliðnum. Og í ár kundi tað bent á, at HB stendur fyri tørni.
Í øllum førum kundi Dimman mikukvøldið borðreiða við søgu um, at ivamál hevur stungið seg upp kring spæliloyvið hjá Páll M. Joensen, sum er partur av besta mansliðnum hjá HB.
Hóast eingin niðurstøða varð gjørd í greinini, so hevði blaðið fingið váttað, at kappingarnevndin hjá FSF kannaði málið.
Upprunin til málið skal finnast í, at HB í fjør leigaði spælaran út til NSÍ. Partur av avtaluni var, at spæliloyvið varð latið HB aftur, tá kappingarárið var av. Og tað hevur NSÍ eisini gjørt. Runavíkingar hava nevnliga sent HB eina leysgeving, og sentrali spurningurin er, hvørt hendan er skrásett hjá FSF ella ikki.
Stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein, sigur við Sosialin, at teir meta seg hava slætt borð.
NSÍ sendi okkum leysgevingina, og vit hava so eisini sent hana til FSF, men har eru boðini, at hon er ikki móttikin. Og tí eru vit als ikki samdir í, sigur Steinfinnur.
Men hevur HB eitt galdandi spæliloyvi upp á spælaran?
Tað halda vit, at vit hava. Vit hava í øllum førum móttikið eitt spæliloyvi, og tí halda vit okkum hava eina góða sak.
Men spælarin var ikki á listanum, sum FSF hevur lagt út á heimasíðu sína. Er hetta ikki nakað, sum tit hava kannað, áðrenn kappingin fór ígongd?
Vit hava hugt eftir listanum. Og har síggja vit, at talan er um fleiri villur. Bæði hjá okkum og hjá øðrum feløgum. Og tí loyva vit okkum eisini at seta spurningin, hvørt tað skal vera spæliloyvið ella spælaralistin, sum er avgerandi. Í øllum førum má samsvar vera millum hesi, staðfestir stjórin í partafelagnum hjá HB.
Spæliloyvið er grundleggjandi
Er tað so, at HB veruliga hevur spæliloyvið hjá Páll M. Joensen, so er eingin ivi. Tað verður so ruddiliga staðfest í frágreiðingini til kappingarreglurnar hjá FSF, at spælari er lógligur, tá hann hevur fingið loyvisbræv frá FSF. Spæliloyvið er í so máta grundleggjandi fyri rættin hjá einum spælara at umboða eitt felag. Og í veruleikanum skuldi tað verið eins sjálvsagt, at hetta var í lagi, sum tað er at læta spælaran í gaggur, áðrenn farið verður á vøllin.
Her á síðunum skulu vit ikki fara at viga fyri og ímóti, hvørt søgdu orðini eru røtt ella ikki. Men eftir lagnuna hjá B36 og KÍ í fjør, tykist tað merkisvert - fyri ikki at siga fantastiskt - at sama skil aftur skal valda í ár.
Skal nakað konstruktivt takast burturúr tí, sum hendi í fjør. So er tað væl, at spælaralistar hjá øllum feløgum vórðu lagdir út á netið. FSF hevur alla tíðina sagt, at tað langt ífrá er víst, at tað langt ífrá er víst, at hesir eru fullfíggjaðir. Og tí hevur eisini verið heitt á feløgini um at kanna sínar spælarar, fyri síðani at fráboða møguligar villur til FSF. Tað hevur alt annað líka gjørt tað munandi lættari hjá feløgunum kring landið at kanna eftir, um allir spælarar í hópinum eru skrásettir. Og tað mátti eisini fingið klokkur at ringt,um komið verður eftir, at spælari ikki er skrásettur í yvirlitinum.
Í dag er Páll skrásettur í hesum yvirliti. Men tað framgongur eisini, at hendan skrásetingin er gjørd 1. apríl í ár. Altso aftan á at spælarin hevur umboðað HB í steypakappingini.