Aftur eitt ljóðband

Arabiska sjónvarpsstøðin al-Jazeera sendi gjáranáttina enn eina ljóðupptøku frá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda.

Hesaferð var tað egyptiski læknin Al-Zawahiri, sum átti røddina, og sum vant var tað USA, sum fekk toyggið. Al-Zawahiri, sum verður roknaður sum næsti maður Osama bin Laden, bað muslimar søkja at sendistovum hjá USA, Bretlandi, Avstralia og Noregi og handilsáhugamálum hjá hesum londunum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Al-Zawahiri hevur hótt Noreg, sjálvt um landið ikki hevur hermenn í Irak. Í oktober í fjør segði hann á einum ljóðbandi, at Noreg er eitt lógligt álopsmál.

Al-Zawahiri legði afturat, at amerikanska frælsisátakið í Miðeystri er ikki annað enn eitt skálkaskjól. Hann vildi vera við, at amerikanararnir vilja hava frælsi til at kúga muslimsk lond, og at teir geva Ísrael frælsi til at kúga palestinar.