Føroyskur fótbóltur er enn einaferð vitni til mál um vantandi spæliloyvi.
Hesa ferð snýr málið seg um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen, sum í summar skifti frá HB til grannarnar í B36.
Líkt er nevnliga til, at hóast øll viðurskiftir millum spælaran og B36 eru avgreidd, so hevur B36 gloymt at fáa spæliloyvið við í flytingini. Og formliga er tað ov seint at gera nakað við hetta nú, tí flytingarvindeygað stongdi á midnátt mánakvøldið.
Á skrivstovuni hjá FSF verður váttað, at spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen sambært teirra bókum enn er í HB. Og heldur ikki siga tey seg hava sæð nakran sáttmála til góðkenningar.
Hetta seinasta kann verða avgerandi parturin av málinum. Í fjør stóð 07 Vestur í líknandi støðu, tá teir høvdu gloymt spæliloyvið hjá Tór-Ingari Akselsen eftir í HB. Ta ferðina hevði spælarin tó FSF-góðkendan sáttmála, og tí slapp 07 Vestur við skrekkinum. Mett varð nevnliga, at mistakið átti at verið fangað, tá sáttmálin fekk FSF-góðkenning.
Sum skilst hevur B36 tó ikki sent sáttmálan til góðkenningar, og so er spurningurin, hvørji ráð eru til at taka.
Vit hava tosað við Havgrím Johannesen, sum stendur á odda fyri FC Tórshavn, sum rekur Vodafone-hópin hjá B36, men hann vil ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni.
Eingin ivi er tó um, at tað í B36 verður arbeitt við málinum. Talan er fyrst og fremst um formligt mistak, og nú má tíðin so vísa, um FSF er sinnað at lata B36 sleppa við skrekkinum og eini bót, ella um staðfestingin verður, at Christian Restorff Mouritsen framvegis er HB’ari.
Mynd: Christian
Christian Restorff Mouritsen skoraði reint hattrick, tá B36 á ólavsøku vann 4-2 móti HB. Nú er tó líkt til, at talan var um trý sjálvmál, tí formliga er Christian nevnliga framvegis at rokna sum HB’ari
Mynd: Álvur Haraldsen