Føroysku svimjarnir hava fingið eina góða byrjan uppá heimsmeistarakappingina í Barcelona.
Í morgun sett Birita Debes nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing. Tíðin var 1.05.64. Hón átti sjálv gamla metið, sum bleiv sett í Danish Open í mars mánað. Tá var tíðin 1.06.19.
Í gjár setti Poula Øssursdóttir Mohr føroyskt met í 100 metra firvald. Hon kom á mál við tíðini 1.04.58.