Sambært blaðnum helt amerikanska herleiðslan, at fólkini vóru limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, og flogvápnið lat tí eitt ómannað flogfar skjóta eina rakett eftir bygdini Zhavar Kili har eysturi í Afghanistan.
Men frá fólki í bygdini hevur Washington Post fingið at vita, at teir tríggir menninir, sum doyðu í álopinum, høvdu als einki samband við al-Qaeda.
Álopið á bygdina var í síðstu viku, og dagin eftir søgdu amerikanararnir, at ein av leiðarunum í al-Qaeda doyði í álopinum. Men hetta avsanna bygdarfólkini í Zhavar Kili. Tey hava greitt tíðindamanninum Doug Struck hjá Washington Post frá, at teir tríggir menninir vóru bøndur, og at teir vóru í ferð við at rudda eitt jarðarstykki, tá flogfarið skjeyt rakettina eftir teimum.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, sigur nú, at amerikanska herleiðslan veit ikki, hvørjir teir tríggir menninir vóru.
Washington Post skrivar, at tilburðurin í Zhavar Kili er eitt av fleiri dømum um, at amerikanararnir hava trupulleikar við at finna teir seinastu limirnar í al-Qaeda. Guvernørurin í Khosi-landspartinum í Afghanistan, Muhammed Ibrahim, sigur við blaðið, at amerikanska fregnartænastan stendur at kalla á berum í hansara landsparti.