Aftur ein standmynd koppað

Aftur í kvøld er herverk gjørt á eina av standmyndunum hjá íslendsku listakvinnuni, Steinunn Þórarinsdóttir, sum eru settar ymsastaðni í Havnini, og sum ætlandi skulu sýnast fram til 25. august.

Hesaferð er tað standmyndina, sum situr á eini bonki uttan fyri Kunningarstovuna á Vaglinum í Havn, tað er gingið út yvir, tí allur bonkurin er koppaður, so standmyndin liggur mestsum undir bonkinum.

Herverkið er framt í kvøld, so ikki er óhugsandi, at onkur hevur sæð, tá tað er farið fram, men tá vit fyri løtu síðani tosaðu við vakthavandi á Politistøðini í Havn, var eingin fráboðan komin um herverkið, sum tey tí ikki vistu av.

Fyri góðari viku síðani, leygarnáttina 22. juni, var herverk gjørt á tvær av standmyndunum hjá Steinunn Þórarinsdóttir, sum stóðu í Plantasjuni, so hetta er aðru ferð í eina góða viku, at hesar standmyndir ikki fáa frið.

Serliga hugstoytt er tað, at hesar standmyndir ikki skulu fáa frið í Føroyum, tí tær hava verið sýndar fram í øðrum londum eisini, uttan at nakar har gjørdi nakað við tær.