Aftur ein snigskjútti í USA

Løgrreglan í amerikanska statinum Ohio hevur illgruna um, at ein sniðskjútti er farin at gera um seg. Fyribils hevur hann skotið eftir fleiri bilum

Fyri einari viku síðani doyði tann 62 ára gamla Gail Knisley, tá onkur lat fleiri skot av eftir bili hennara á ringvegnum, sum er rundan um býin Columbus í statinum Ohio.
Í bili hennara fann løgreglan fleiri kúlur, og kanningar vístu, at kúlurnar vóru sama slag sum kúlur, ið løgreglan hevur funnið aftan á ellivu aðrar skottilburðir í statinum. Eisini tær vórðu funnar í bilum, sum ein ella annar hevði skotið eftir uttan at raka bilføraran.
Hóast umfatandi kanningar stendur løgreglan í Ohio púra á berum, og 595 fráboðanir frá fólki hava ikki givið nakað úrslit.
Av góðum grundum ber løgreglan ótta fyri, at tað sama skal henda har, sum hendi á Washington-leiðini seinasta heyst, tá tveir menn skutu tíggju tilvildarlig fólk. Annar av monnunum fekk her fyri deyðadóm.
Hetta er ikki tað einasta málið av hesum slagnum. Fyri fýra mánaðum síðani vórðu trý fólk skotin í West Virginia. Tann ella tey, sum skutu, eru ikki funnin enn, men løgreglan veit við vissu, at øll skotini komu frá somu byrsu.