Aftur ein sólmiðstøð í ljósum loga

Onkur hevur sett eld á eina sólmiðstøð í Keypmannahavn. Miðstøðin er partur av somu ketu sum sólmiðstøðin, ið bleiv sprongd í luftina í gjár Hesaferð er talan um eina sólmiðstøð á Frederikssundsvej, og eins og í gjár hava fólk greitt løgregluni frá, at tey sóu tveir menn kvika sær burtur frá staðnum.

Talsmaðurin hjá løgregluni í Keypmannahavn, Flemming Steen Munch, sigur við danska kringvarpið, at teir báðir menninir høvdu útlendska útsjónd.

Sólmiðstøðin, sum bleiv sprongd í luftina í gjár, og tann, sum eldur varð settur á í morgun, eru partar av somu ketu. Eigarin hevur sagt løgregluni, at hann heldur seg ikki hava nakrar fíggindar.