Fyrr í vikuni vóru tíðindini úr Vágum, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan miðverja. Talan er um Daniel Obbekjær, sum er 19 ára gamal. Hann spældi í 2019 og 2020 nakrar dystir í su,perliguni við PN, og nú flytur hann til 07 Vestur eftir at hava roynt seg í York United í bestu kanadisku deildini.
Hann verður á 07 Vestur liðnum, sum sunnudagin fær vitjan av AB.
Í kvøld boðar felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við ein danskan spælara aftrat. Talan er um 19 ára gamla Rasmus Juel Knudsen, sum hevur spælt við Næsby. Í fyrraárið var tað í 2. deild og eftir niðurflyting var tað í fjør í 3. deild.
Rasmus hevur luttikið í venjingunum hesa vikuna, og hann verður tøkur sunnudagin ímóti AB, sigur 07 Vestur á heimasíðu síni.