Tá Bjarni Hammer týsdagin tekur sæti á Fólkatingi umboðandi Javnaðarflokkin í Føroyum, so er tað fyrstu ferð, at ein persónur, sum er nummar seks á listanum hjá Javnaðarflokkinum, møtir á Fólkatingi. Tó at tað ikki er vanligt, so er tað hent áður hetta valskeiðið, at nummar seks møtir. Tað var, tá Tórbjørn Jacobsen møtti fyri Magna Arge í 2016.
Síðani grundlógin varð broytt í 1953 hava Føroyar valt tvey umboð á Fólkating. Og á øllum valum hava tveir flokkar verið umboðaðir – eingin flokkur hevur verið so stórur, at hann hevur vunnið báðar sessirnar. Vanliga hevur tann tikið sæti, sum hevur verið valdur. Men viðhvørt eru løgmenn og landsstýismenn valdir, sum hava biðið um farloyvi, meðan teir sita í landsstýrinum.
Dømi um tað eru Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður, tá hann varð valdur í 2001 og í 2005, Edmund Joensen, sum var løgmaður, tá hann varð valdur í 1994. Atli Dam, sum var løgmaður, tá hann varð valdur í 1990. Pauli Ellefsen, sum var løgmaður, tá hann varð valdur í 1981 og 1984 og Petur Mohr Dam, sum var løgmaður, tá hann varð valdur í 1960 og 1968.
Tá Jákup Lindenskov í 1979 varð valdur á Fólkating fyri Javnaðarflokkin, var hann landsstýrismaður. Hann legði landsstýrissessin frá sær og fór á Fólkating. Fyri hann gjørdist Vilhelm Johannesen landsstýrismaður.
Tá Thorstein Petersen í 1957 varð valdur á Fólkating fyri Fólkaflokkin, noktaði Fólkatingið honum at møta – hann misti valbærið, tí hann var dømdur fongsulsrevsing í sambandi við húsagangin hjá Sjóvinnubankanum. Næsti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum var Hákun Djurhuus, sum var landsstýrismaður. Hann legði frá sær sum landsstýrismaður fyri at røkja fólkatingssessin.
Tað sigst, at ikki allir fólkafloksmenn vóru so glaðir fyri, at Hákun Djurhuus tók sessin eftir Thorstein Petersen, sum teir hildu av órøttum hevði mist vælbærið. Teir hildu, at sessurin heldur átti at staðið tómur. Fyri Hákun Djurhuus gjørdist Óla Jákup Jensen landsstýrismaður.
Bjarni Hammer er nummar seks á listanum hjá Javnaðarflokkinum, sum sæst niðanfyri:
1 Sjúrður Skaale 2.495
2 Aksel Vilhelmson Johannesen 1.174
3 Rigmor Dam 407
4 Eyðgunn Samuelsen 326
5 Henrik Old 183
6 Bjarni Hammer 172
7 Kristianna W. Poulsen 170
8 Bjørg Dam 103
9 Artur Johansen 87
10 Kristoffur Gaardlykke 73
11 Guðny Hentze 55
12 Sigga Óladóttir Joensen 39
Orsøkin til at Javnaðarflokkurin leitar so langt niður á listan er, at tey sum eru frá nr. 2 til nr. 5 á listanum sita í landsstýrinum og kunnu ikki møta.