Aftur ein kvinna á ovastu rók í Ísrael

Tann 50 ára gamla Tzipi Livni kann gerast fyrsta kvinnan í ísraelska forsætisráðharrastólinum síðani Golda Meir, men gøtan er illgongd

-Tær góðu kreftirnar hava vunnið, segði ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzipi Livni, tá tað var greitt, at hon hevði vunnið formansvalið í stjórnarflokkinum Kadima. Men sigurin á flutningsmálaráðharranum, Shaul Mofaz, var næstan so tepur, sum hann kundi vera og eisini væl teprari, enn nakar hevði væntað. Tað vóru teir umleið 74.000 limirnir í Kadima, sum høvdu rætt til at velja formannin, og tá avtornaði, hevði Livni fingið 432 fleiri atkvøður enn Mofaz.

Sum formaður í Kadima skal Tzipi Livni skipa stjórn, men tað verður kortini ikki, fyrr enn verandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, leggur frá sær. Sambært ísraleksu fjølmiðlunum fer hann frá 2. oktobur. Tað hendir, eftir at ákæruvaldið hevur avdúkað óreglusemi hjá forsætisráðharranum. Eitt nú skal hann í loyndum hava fingið pengar frá einum amerikonskum ríkmanni, og hann skal hava fingið fleiri samsýningar fyri somu uttanlandsferðir.

Flestu ísraelsmenn vænta sær meiri av tí nýggja Kadima-formanninum. Á yngri árum var Tzipi Livni agentur hjá fregnartænastuni Mossad, og tey flestu halda hana vera skilagóða og reiðiliga, skrivar The Jerusalem Post.

Sum uttanríkisráðharri hevur hon teir seinastu mánaðirnar staðið á odda fyri einari serligari nevnd, sum hevur tingast við palestinar um eina friðaravtalu, og hon hevur verið eitt av undangongufólkunum í hesum arbeiði, hvørs mál er, at palestinar skulu fáa egið ríki.

 

Helst val

Politiskir eygleiðarar í Ísrael siga, at júst hennara stríð fyri einum palestinskum ríki kann leggja henni meinbogar í vegin, tá hon skal skipa stjórn. Tað er greitt, at tann víðgongdi átrúnaðarflokkurin Shas fer at leggja treytir við fyri at halda fram í stjórnini, og flokkurin hevur longu boðað frá, at hann verður ikki við í nakrari stjórn, sum tingast um framtíð Jerusalems.

Teir flestu ísraelsku eygleiðararnir vænta, at tað verður torført hjá Tzipi Livni at fóta sær á ovastu rók, og fleiri teirra vænta, at hon verður noydd at skriva út tjóðartingsval longu í vetur.