Aftur ein hábygningur rapaður í Gaza

Ísraelsk flogfør sleptu fyrst rakettum við ongum spreingiløðingum niður yvir ein hábygning sum eina ávaring um, at eitt oyðileggjandi álop fór at koma.

 

 

Eftir eitt rakettálop móti Gaza fyri løtu síðan er enn ein hábygningur rapaður. Hetta er Al-Shourok-tornið, sum var í tíggju hæddum. Útlendskar tíðindastovur skriva, at fólk vóru farin úr bygninginum, áðrenn hann varð raktur av ísraelskum rakettum.

 

Sagt verður, at ein ísraelsk sjónvarpsrás sendi beinleiðis frá hendingini, tá søkt varð at bygninginum. Greinarar vænta, at Hamas fer at hevna álopið og fer at senda enn fleiri rakettir eftir ísraelskum málum. 

 

Frammanundan er tveir hábygningar í Gaza oyðilagdir í ísraelskum álopum. Í dag hava miðlar í Gaza skrivað, at ísraelsk flogfør fyrst sleptu rakettum við ongum spreingiløðingum niður yvir ein hábygning sum eina ávaring um, at eitt oyðileggjandi álop fór at koma.