Aftur deyðarevsing í Florida

Eftir steðg í sjey mánaðir setir Florida aftur deyðarevsing í gildi

Fyri sjey mánaðum síðani gjørdi táverandi guvernørurin í Florida, Jeb Bush, av at seta deyðarevsingina úrt gildi. Orsøkin var ein miseydnað avrætting, har tað tók 34 minuttir at fáa lívið av einum fanga, sum bleiv avrættaður við eiturinnspræning. Tað vísti seg, at sproytan hevði ikki rakt tað rætta staðið, og tí mátti hon fyllast aftur og maðurin sproytast eina ferð afturat.

 

Tilburðurin vakti stóran ans, og endin varð, at Jeb Bush, sum er bróðir amerikanska forsetan, gjørdi av at seta deyðarevsingina út gildi.

 

Men nú hevur eftirmaður hansara, Charlie Crist, gjørt av at taka deyðarevsingina uppaftur. Hann hevur góðtikið, at ein maður, sum varð dømdur til deya fyri burturflyting, neyðtøku og morð í 1992, skal takast av døgum í fongslinum.