29. septembur fer U2 á pallin í Royal Arena í Keypmannahavn. Hetta er fyrsta konsertin hjá írska rock-bólkinum í Danmark síðani 2010, skrivar Ekstrablaðið.
Í summar og heyst fer U2 á eina stóra konserferð við heitinum Experinece + Innocence Tour í Evropa og Norðuramerika.
Atgongumerkini fara at kosta millum 300 og 1.400 krónur, skrivar danska blaðið og verða løgd til sølu 29. januar.
14. desembur kom nýggjasta útgávan hjá bólkinum, Songs of Experience, út, men synd er at siga, at ummælararnir hava tikið væl ímóti útgávuni. Sølutølini kunnu heldur ikki samanberast við undanfarnu útgávurnar hjá bólkinum.