Aftur í Bretlandi

Teir 15 bretarnir, sum hava sitið fangar í Iran, komu til Bretlands í dag. Tey 15 komu við einum flogfari, sum setti seg í Heathrow-floghavnini uttan fyri London um middagsleitið.

Tá tey 15 fóru umborð á flogfarið í Teheran, vóru tey í klæðum, sum tey høvdu fingið frá teimum iransku myndugleikunum, men tá tey komu úr flogfarinum í London, vóru tey aftur í bretskum hermannabúna.

Tey 15, 14 menn og ein kvinna, vórðu alt fyri eitt flutt til eina herstøð, har teirra næstu bíðaðu eftir teimum.

Tey 15 hava verið í Iran síðani 28. mars.