Harðir bardagar eru brostnir á har eysturi í Dermokratiska Lýðveldinum Kongo, hóast uppreistrarleiðarin, Laurent Nkunda, hevði givið ST lyfti um at halda avtaluna um vápnahvíld.
Sambært tíðindastovuni AP eru bardagar millum kongolesiska stjórnarherin og uppreistrarmenn góðar 100 kilometrar norðan fyri landspartahøvuðsstaðin Goma. Ein talsmaður hjá ST segði í morgun, at partarnir royna eftir øllum at døma at reka hvør annan eitt sindur eftir hæli, áðrenn ein møgulig vápnahvíld kann fáast í lag.
Laurent Nkunda hevur boðið stjórnini samráðingar um eina friðarliga loysn á kreppuni, men higartil hevur stjórnin víst tilboði hansara aftur.
Uppreistrarmenninir siga, at teir tóku bardagarnar uppaftur fyri at verja tutsi-minnilutan har eysturi í Kongo ímóti ágangi frá hutu-herliðum, sum vóru við í hópdrápinum í Rwanda í 1994, og sum síðani flýddu til Kongo. ST sigur, at bardagarnir millum uppreistrarherin og stjórnarherin hava rikið fleiri hundraðtúsund fólk frá húsi og heimi, og at mong flóttafólk líða illa av sjúkum og vantandi mati.
Fleiri hermenn
Frakland hevur lagt eitt uppskot fyri ST-trygdarráðið um at senda næstan 3.000 ST-hermenn og løgreglumenn afturat til Demokratiska Lýðveldið Kongo, har teirra høvuðsuppgáva skal vera at verja sivilfólkið.
ST hevur 17.000 hermenn í DL Kongo, men teir hava ikki verið førir fyri at steðga bardøgunum. Heimildin hjá teimum verandi ST-hermonnunum rennur út á nýggjárinum, men ætlanin er at leingja hana. Franska uppskotið er so, at tann heimildin skal umfata næstan 3.000 hermenn og løgreglumenn afturat.