Aftur avlýst hjá Gunnari

Triðju ferð upp í slag var dysturin útsettur hjá Tranmere Rovers.
Í gjár var útisetti dysturin móti Huddersfield aftur útsettur.
Tað var hálvfinalan í Johnstone’s Paint Trophy-kappingini, sum ætlandi skuldi avgreiðast. Dysturin skal spælast 14. desember, sambært skránni.
Í vikuskiftinum fóru Gunnar og liðfelagarnir til Exeter, men tann dysturin varð eisini útsettur.