Átta nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, hósdagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.
Sjey av teimum smittaðu eru partur av kendari smittuketu, men tað er Ikki greitt, hvussu tað eina fólkið er smittað.
Í gjár vórðu 1275 kanningar vórðu gjørdar og allar kanningarnar eru greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 282.147 kanningar í Føroyum
Tilsamans hava nú 739 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 691 fólk staðfest frísk aftur og higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum. Í løtuni eru 47 fólk smittað við koronu, og 172 fólk eru í sóttarhaldi.