Um tvey ár verður aftur møguligt hjá oljufeløgunum at fáa nýggj loyvi at leita eftir olju undir Føroyum. Johan Dahl, landsstýrismaður boðaði frá á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag um boring í basalti, at fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting á føroyska landgrunninum verður hildið í 2017.
- Fyri nøkur kann tað kanska tykjast óvæntað, at boða frá einum útbjóðingarumfari, soleiðis sum umstøðurnar eru í oljuvinnuni í løtuni. Men útlitini batna við tíðini. Vit vita, olja er at finna í føroysku undirgrundini, og at fleiri av okkara økjum eru sera áhugaverd hjá oljufeløgum at kanna nærri. Vit fara tí fram til 2017 miðvíst at skapa optimalar karmar fyri, at útbjóðingin verður væleydnað, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
Hesi 15 árini leitivirksemi hevur verið á føroyska landgrunninum, eru níggju brunnar boraður, tó uttan lønandi oljufund.
- Níggju brunnar eru ikki nógvir í so stórum øki, sum tí føroyska. Jarðfeingi er av teirri áskoðan, at fleiri øki eiga at verða kannað, og har góðir møguleikar eru fyri at finna olju í rakstrarverdum nøgdum, skrivar Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.