Aftur at dansa føroyskan dans

Í annaðkvøld klokkan 20 verður dansað á Eiði.

Heystið er komið, at tey, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi, kunnu gleða seg.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 byrja tey aftur at dansa føroyskan dans í Dansifelagnum á Látrinum á Eiði.

 

Børnini, sum eisini fara at dansa føroyskan dans á Eiði, byrja 22. oktober klokkan 19.

 

Dansifelagið á Látrinum er dansifelagið hjá teimum á Eiði, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi.