Aftur í 80 árini á Tvøroyri

Í kvøld verður farið aftur í 80 árini á Seglloftinum á Tvøroyri. Tónleikurin, ið spældur verður, stavar frá 80 árunum, og fyrireikararnir siga seg vóna, at tey vitjandi eisini klæða seg við 80 árunum í huga.

Seglloftið bjóðar teimum vitjandi eina ferð aftur í 80 árini, har glitur, hárbond, krept hár og litfagrir beinvarmarar eru partur av hugnanum.