Leygarkvøldið 25. mars fara vágabólkar, sum leiktu í 60?árunum, aftur á pall í Sørvágs Bio. Skipað verður tá fyri stórum 60?ara dansi. Líknandi tiltak var í fjør og var tað sera væl eydnað, hóast fleiri av tónleikarunum ikki høvdu hildið á guitara í fleri ártíggju.
Bólkarnir, sum verða endurreistir leygarkvøldið, eru Teenagers, The Faroes, No no Beats, New Beats, Faroe Star og Blue Diamonds.
Atgongumerkini fáast í forrsølu í Vágunum og í Havn hjá Deres og á Kunningarstovuni. Prísurin í forsølu er 100 krónur og við dyrnar 130 krónur.
Byrjað verður klokkan 24 leygarkvøldið og peningurin, ið kemur inn, fer til SÍ-húsið.