Aftur 18

Nicoleta Radu Hansen hevur higartil í ár verið besti málskjúttin í kvinnudeildini í hondbólti, og mikukvøldið gjørdi so aftur eitt gott hál.
Eftir at hon fyrr í ár varð fyrsta kvinnnan seinastu fimm árini, sum hevur skotið 17 mál í einum dysti, varð hon skjótt yvirhálað av Ioanu Rápa, men nú svaraði Nicoleta so aftur. 18 mál móti Kyndli førdu eisini fyribils við sær, at hon legði nakað av fjarstøðu til Ioanu á máltindinum.
Listin yvir leikarar, sum hava skotið flest mál í einum og sama dysti síðani kappingarárið 1999/00, sær annars soleiðis út:
18 mál
ÁrLeikariLiðDystur
2004/05Ioana RápaVÍFKyndil-VÍF
2004/05Nicoleta Radu HansenSøljanKyndil-Søljan

17 mál
2004/05Nicoleta Radu HansenSøljanTjaldur-Søljan
2002/03Áki MørkNeistinKÍF-Neistin
1999/00Áki OlsenNeistinNeistin-Tjaldur

16 mál
2003/04Simona PetersenNeistinNeistin-VÍF
2001/02Gabrielle FeketeVBStÍF-VB
2001/02Simona PetersenSøljanSøljan-Stjørnan
2001/02Heini HanusarsonNeistinNeistin-H71

15 mál
2002/03Áki OlsenVÍFVÍF-Neistin
2001/02Bjarni WardumH71StÍF-H71
2001/02Heini HanusarsonNeistinVÍF-Neistin
2001/02Asta PetrauskieneSøljanSøljan-Kyndil
2001/02Ioana RápaVÍFSøljan-VÍF
2000/01Gurið MortensenVBTjaldur-VB
1999/00John PetersenStÍFVÍF-StÍF