Aftur 1-0 til Skála

1. deild: Við teprum sigri á teimum næstbestu hjá HB hevur Skála í dag togað seg fram á fjórða plássið. Tað gongur strúkandi við fótbóltinum á Skála. Sunnudagin vunnu skálamenn 1-0 í Runavík, og í dag eydnaðist tað aftur at vinna 1-0. Hesa ferð var tað á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB.

Einsamalla málið skoraði 19 ára gamli Markus Olsen, tá ið 2. hálvleikur var tveir minuttir gamalur.

Burtursæð frá 2-1 tapinum á heimavølli ímóti toppliðnum FC Suðuroy, so hevur Skála vunnið fimm tær seinastu ferðirnar. Góða gongdin ber við sær, at Skála nú er á fjórða plássi.

Skálamenn hugsa fyrst og fremst um at sleppa undan skjótari niðurflyting og ikki so nógv um uppflyting. Í so máta liggja teir væl fyri. Tað eru tíggju stig niður til strikuna, og tað eru átta stig upp um strikuna og sjey stig upp til bronsuplássið.

Sunnudagin verður talan um stóra avbjóðing, tí tá skal Skála spæla á Argjum!