Aftonbladet: Ísak Vedelsbøl skal spæla við Sävehof

Sävehof vil tó ikki vátta skiftið enn

Sambært stóra svenska blaðnum, Aftonbladet skal stóra talentið hjá H71, landsliðsleikarin, 19 ára gamli strikuspælarin, Ísak Vedelsbøl spæla við liðnum hjá Óla Mittún í bestu svensku hondbóltsdeildini, Sävehof.

 

Sävehof hevur selt evnaríka strikuspælaran, Felix Møller til danska toppliðið, Aalborg. Og tá verður lagt upp til, at Ísak Vedelsbøl skal vera avloysarin hjá Felix Møller. 

 

Tað eru góðu avrikini hjá Ísaki til U21 og U19 HM-endaspølini farna summar, og góða avrikið móti Íslandi á A-landsliðnum, ið hava sannført Sävehof, at tey eiga at gera sáttmála við Ísak., sambært Aftonbladet. 

 

Spurdur um skiftið svarar ítróttarstjórin hjá Sävehof, Jonathan Stenbäcken, at hann hevur ongar viðmerkingar.

 

Aftonbladet heldur tó, at tað er bara spurningur um nakrar vikur, so verður Ísak kunngjørdur sum nýggjur leikari hjá Sävehof.