Afterparty fyri Facebook limum

 

 

Í samband við steypafinalurnar leygardagin 7. februar, verður eitt sokallað afterparty í Eclipse, men hetta er bert galdandi fyri facebook limir hjá byin.fo.

Facebook vindur veruliga uppá seg, og í býarlívið er nú væl og virðiliga umboða á internetsíðuni. Byin.fo bjóðar øllum, ið eru limir á Facebook hjá byin.fo, at fáa ymsar fyrimunir. Um vikuskifti verður steypadansur í Eclips, og eftir vanligu veitsluna, verður hildið áfram við einum sokallaðum afturparty frá 04 ? 07. Allir limir í Facebook bólkinum hjá byin.fo, fáa sostatt høvi at halda áfram við veitsluni inntil tann ljósa morgum.

Tey sum keypa atgongumerkið leygarkvøldið til Rex ella Eclipse, og eru limir í Facebook bólkinum hjá byin.fo, fáa eitt eyka armband, sum er galdandi frá Kl. 04-07 í Eclipse.