Aftankvirra í Havnar kirkju

Í juli fór Havnar kirkja undir nýtt tiltak.

Kirkjan er opin fyrsta fríggjakvøld í hvørjum mánaði kl. 21.00  23.00, har møguleiki er hjá fólki at koma og sita í kvirru.
Ikki er púra kvirt alt kvøldið.
Klokkan 22.00 er tónleikur ella sangur á skránni, og kl. 22.30 er stutt andakt.
Í kvøld, fríggjakvøld 1. september er aftur aftankvirra í Havnar kirkju, har Petra Iversen syngur kl. 22.00.